fbpx

Møguliga kennir tú onkran, sum hevur fingið LASIK. Milliónir eru sloppin undan at nýta brillur ella kontaktlinsur ella eru vorðin minni bundin av teimum. LASIK er tann vanligasta lasara ljósbrótandi (laser refractive procedure) viðgerðarhátturin. LASIK skurðviðgerðin boðaði frá túsundáraskiftinum –millennium- í Íslandi, tá tann fyrsta viðgerin varð framd í landinum, summarið í 2000. Hetta var 10 ár eftir at griksku og italsku eygnalæknarnir Pallikaris og Buratto framdu sínar fyrstu skurðviðgerðir.

LASIK er vorðin tann vanligasti skurðviðgerðarhátturin í heiminum. Ísland er ikki nakað untantak í hesum føri. LASIK hevur ment sítt umdømi sum ein álýtandi og tryggur háttur at sleppa av við brillur og kontaktlinsur.

Stovnanin av  nýggju eygnaklinikkini, Augljós Eye Center, er í søguligum høpi ein nýggj byrjan innan ljósbroytandi skurðviðgerð í Íslandi.

Augljós Eye Center leggur dent á eina samanrenning av “cutting edge” tøkni, royndum og vitan. Dr. Jóhannes K. Kristinsson MD PhD framdi sína fyrstu ljósbroytandi viðgerð ár 2000 og hevur síðani framt fleiri enn 10.000 slíkar viðgerðir. Hann fullførdi hornhinnu og ljósbroytandi skurðviðgerðar “fellowship” frá væl kenda Duke Eye Center í NC, USA.

Útgerðin, ið verður nýtt til lasara ljósbroytandi skurðviðgerð er sjálvandi sera týdningarmikil. Okkara lasaratøkni er frá Schwind Tecnologies í Týsklandi. Okkara lasari viðger nærsýni, bygningsfeil (astigmatismu) og langsýni (hypermetropi) við nærmast ótrúligum neyvleika við 1 kHz sporingsevni, ið letur lasarastráluna fylgja eyganum í øllum rætningum. Hetta verður kallað 5D sporing. Hetta økir um trygdina og neyvleikan í viðgerðini. Umframt hetta verður viðgerðartíðin stytri enn nakrantíð áður, vanliga bert fá sekund.

LASIK – Ein gjøgnumgongd

Men, hvat snýr henda viðgerðin seg um? Hvussu fer hon fram, og hvat fremur sjónliga skarpleikan í eygunum, soleiðis, at tær ikki nýtist at brúka brillur ella kontaktlinsur longur?

 “Tað kann vera sera torført at skilja teir mest umráðani liðirnar í hesi viðgerðini,” greiðir Dr. Kristinsson frá. “Mest umráðandi er at seta sær spurningin og ímynda sær, hvussu eygað er bygt ella skapað. Undir skurðviðgerðini gera vit eina “SuperThin” sneið av ytsta hválvskapaða (kúpuskapaða) vevnaðinum í eyganum, nevnd hornhinnan.”

“Um eygað er vindeygað hjá sálini, so er hornhinnan vindeygað hjá eyganum. Við at broyta skapið á hornhinnuni kunnu vit broyta ljósbrotið í eyganum, og hetta ger, at ein sleppur av við brillur,” sigur Dr. Kristinsson. Hann greiðir framhaldandi frá: “Vit gera ein klaff við einum tóli, nevndur ein “Microkeratomur”. Klaffurin verður altíð klistraður í restina av hornhinnuni í einum “hongsli” (sí mynd 4).

Endamálið við klaffinum er at verja tað viðgjørda økið, har inntrivið við lasara er  framt. Sambært LASIK framferðarháttinum leggja vit klaffin aftur á undirliggjandi yvirflatuna, og tað heilt sermerkta er, at ikki nýtist at seyma eygað. Tað stingur bert eitt sindur í nakrar fáar minuttir eftir viðgerðina. Hetta er ein sera stórur fyrimunur og hjálpir fólki at koma seg serdeilis skjótt. Microkeratomurin, ið vit nýta er ein Ziemer Amadeus II, ein nýggj útgáva við eini framúrskarandi hjáárinsvangamynd (profili). Amadeus II er umframt hetta betraður soleiðis, at LASIK er enn tryggari.

SCHWIND AMARIS

Dr. Kristinsson vitjaði Schwind verksmiðjuna, nærindis Aschaffenburg í Týsklandi:

”Tað var undrunarvert at vera til staðar og síggja, hvussu tey byggja upp ein lasara frá grundini til at enda sum eitt tøkniligt undur. Umsorganin, vitanin og tøkniligi førleikin eru framúr. Neyvleikin og umsorganin í øllum viðgerðarstigum vóru  serstakliga góð. Fólkini hjá Schwind eru miðvís í teirra menning  av heimsins bestu leysaraútgerð av hesum slagi.”

”Umsorgan og neyvleiki hevur stórsta týdning hjá eygnalæknum, ið skipa og fremja  hesa serstøku viðgerð við lasaranum” sigur  Dr. Kristinsson, ”    og nógvir lasarar vóru góðir. Men vit mettu, at Schwind Amaris var tann besti, tá hugsað verður um  sjónina, lættleikan og annars alt, ið hevur við eyguni at gera. Vit merktu og føldu eisini at Presbymax viðgerðin var tann besta viðgerðin, ið fanst á marknaðinum”.

PRESBYMAX

Sum ein eldist harðnar eygnalinsan. Hetta forðar linsuni at broyta skap.

Figure 6. The lens is the gray drop shaped structure on the left side, situated just behind the iris, the brown, green or blue part of our eyes. It is one of two main lens systems of the eye, the first being the cornea, the outermost clear dome-shaped structure on the left. During LASIK, we perform an operation on the cornea, ie the first lens system. During a lens operation, such as cataract operation, the second lens system is treated, thereby bypassing the second lens system.

Linsan liggur tætt aftan fyri litaða partin av eygum okkara, iris. Herðingin av linsuni, tað, at linsan harðnar, kemur við aldrinum. Á ungum árum er linsan liðilig og smidlig og kann verða til eina “pluss linsu” ella eina konveks, ið stillar inn/fokuserar á ting tætt hjá. Linsan verður tjúkri við aldrinum og  tess evni at fokusera á ting tætt hjá vikna.

Linsan harðnar við aldrinum og tess evni at stilla inn á ein smálut viknar, og okkum nýtist pluss brillur, oftast í aldrinum 40-45

“Ein patientur segði eina ferð við meg: antin lesibrillur ella doyggjandi ungur. Eg velji lesibrillur,” sigur Dr. Kristinsson. “ Hetta nevnist gamalsjón (presbyoti) og kann neyvan kallast ein sjúka, men eitt brek, ið kemur við árunum og sum virkar ørkymlandi ella irriterandi í tí dagliga. Seinnu árini eru mentir fleiri ymsir hættir at loysa henda trupulleikan.”  Hann sigur, at fleiri av hesum hættum hava við sær at natúrliga linsan verður skift um við eina eftirgjørda (kunstiga) linsu, og nevnist hetta “klárlinsu úrdráttur”(clear lens extraction) Í hesi viðgerðini verður ein sergjørd linsa sett inn í staðin fyri ta hørðu linsuna hjá patientinum, og ger tað møguligt at fokusera bæði nær og fjar.

Henda viðgerðin hevur tó við sær, at farast má inn í sjálvt eygað, og hevur hetta tann vanda við sær, hóast lítil, at smittandi organismur koma inn í eygað og fremja eina álvarsliga smittu, ið kallast endophthalmitis. Presbymax viðgerðin er ment av Schwind í samstarvi við Jorge Alió úr Spania og við OCIVIS bólkinum á lærda háskúlanum í Alicante. Presbymax er bygd á grundregluna at skapa eitt

“lesi segment” í miðjuni á hornhinnuni við einum sirkli rundanum at stýra langsjónini. Henda viðgerðin verður bert gjørd á hornhinnuna, ytru linsuskipanina, og nemur ikki nethinnuna í eyganum, innaru linsuskipanina.

Vanliga hugsanin er, at Presbymax er betur egnað til persónar í aldrinum 45-60 ár, men “klárlinsu úrdráttur” er betur egnaður til persónar yvir 60 ára aldur. Tí skal ein gjøllig kanning til fyri at greina, hvør framferðarháttur er best egnaður til hvønn einstakan persónin. Presbymax viðgerðin er mett at vera til gagns fyri fólk, ið longu hava fingið eina vanliga grástarviðgerð (cataract treatment), framd við eini “monofokalari linsu”, men sum ynskja at gerast minni bundin av lesibrillum.

Michael Strade er eygnalækni á Bad Laer klinikkini í Saxony í Týsklandi. Hann er 54 ára gamal og hevur fyri stuttum fingið eina Presbymax viðgerð við Schwindlasara útgerð, sum hann vanliga nýtir sjálvur. Hann er serstakliga væl nøgdur við úrslitið av viðgerðini. “Einans tríggjar vikur eftir viðgerðina er hansara nær- og fjarsjón so góð, at honum ikki nýtist brillur yvirhøvur”, sigur Dr. Kristinsson ” Hann royndi vanligar(monofokalar linsur) kontaktlinsur áðrenn og helt, at tær vóru torførar at nýta. Við tí sera gjølligu granskingini handan Presbymax viðgerðina í huga, tók hann avgerð um at fara í holt við síni egnu eygu. Sambært samrøðuni er Dr. Stade nú sannførdur um, at henda viðgerðin er tann besta fyri gamalsjón. Vit á Augljós eru tí errin av at kunna bjóða hesa viðgerð. Tó eru ikki øll egnað til viðgerðina, og tí má hvør einstakur kannast serstakliga væl, áðrenn avgerð verður tikin, um viðkomandi skal hava hesa viðgerð ella ikki.