Vinarliga les hetta gjølla, áðrenn tú velur at fara í viðgerð.

 

Dr. Kristiansson á Eyelight Refractive Surgery Center hevur framt lasara ljósbrótandi viðgerðir síðani túsundáraskifti. Túsundir av patientum hava upplivað eina nýggja sjón og nýggjar møguleikar í lívinum uttan hjálp fra brillum ella kontaktlinsum. Vit bjóða bara bestu tøkni og patientrøkt. Starvsfólk okkara tosa íslendskt, enskt, danskt og skilja væl føroyskt og okkara tænasta er framúr. Vit veita tær persónliga trygd fyri at okkara laser refractiva viðgerð er tann besta, og vit vilja gera alt fyri at tín vitjan á okkara eygnaviðgerðarstovu verður eitt gott minni fyri lívið.

 

Eyelight Laser Vision Correction

Lasik og aðrir ljósbroytandi viðgerðarhættir nýta ósjónlig amboð(pulses) , ultraviolet ljós at taka burtur eitt sera tunt lag av ytsta eygnavevnaðinum, ið broytir bogan á hornhinnuni. Fyri at rætta nærsýni skal bogin á hornhinnuni minkast, og merkir hetta , at hornhinnan skal gerast flatari. At rætta fjarsýni má bogin í miðjuni á hornhinnuni  vaksast, og verður hetta gjørt við at taka burtur ein lítlan part av eygnavevnaðinum. At rætta skapbrek má bogin rættast  í ávísan rætning.

Bert elalítil nøgd av vevnaði  verður tikin burtur, vanliga minni enn tjúgdin av einum hári. Lægri nøgdir/stig av nærsýni, fjarsýni ella skapfeili krevja smærri  burturbeining av vevnaði og størri rættingar krevja meira. Sjálv lasaraviðgerðin varir vanliga minni enn ein minutt. Viðgerðin í síni heild varir vanliga minni enn fimm minuttir fyri hvørt eyga.

Ein telda við  serútgjørdum  forritum roknar út nágreiniligu styrkina og nøgdina, ið nýtist at taka burtur av vevnaði í hornhinnuni. Teldan stýrir eisini allari lasaraviðgerð.

Ymsir hættir eru at rætta tíni eygu við lasaraviðgerð. Onkrir hava sínar fyrimunir, og aðrir hava ikki so eyðsýndar fyrimunir. Vit eru til reiðar at práta um júst tína persónligu  støðu, eftir at hava tikið mát av og mett um tíni eygu. Vit vilja kunna um og tosa við teg eftir uppmátingar og útrokningar.

LASIK (LASer In-situ Keratomileusis). Hetta er okkara vanligasti viðgerðarháttur. Yvir 90% av okkara viðgerðum.

Ein verjandi klaffur verður gjørdur við at nýta (KERATOME). Viðgerðin fer síðani fram undir verjandi klaffinum. LASIK viðgerðin gevur tær sjónina sera skjótt aftur. Vanliga verða bæði eygu viðgjørd samstundis. Eftir viðgerðina kemur eygað skjótt fyri seg, vanliga við eini sjónsansigløggleika á 20/20 ella betri dagin eftir uttan nakað slag av sjónrættandi linsum.

LASIK uttan klaffa (PRK,LASEK). Fyri patientar við óvanliga turrum eygum, stórum pupillum, ógvuliga stórari rætting ella ein samanrenning av hesum, er lasara ljósbroytandi operatión uttan klaffa allarhelst besta viðgerðin. Heldur enn at gera ein verjandi klaffa, verður lasaraviðgerðin framd beinleiðis undir tí sera tunna lagnum av vevnaði (kent sum yvirflatuvevnaður ella epithelium), ið dekkar yvirflatuna á eyganum. Tað eru nógv smærri frábrigdi av, hvussu yvirflatuvevnaðurin verður handfarin: um vevnaðurin verður heilt burturbeindur, so verður framferðarhátturin kallaður PRK (photorefractive keratectomy); um hann verður lagdur aftur á viðgerðarøkið, verður tøkniligi framferðarhátturin kallaður LASEK. Í hesum báðum førum grør yvirflatuvevnaðurin aftur eftir 5-7 døgum, og sjónin hesa tíðina er kám, og ein verjandi kontaktlinsa má nýtast. Vanliga kann viðgerðin fremjast í báðum eygunum sama dag.

Afturat hesum bjóða vit okkara patientum eina sonevnda vanliga og brúkaravinarliga viðgerð (bylgjukant ella triðja ættarlið lasara). Avgerðin um, hvørja viðgerð vit velja at nýta, er bygd á okkara umfatandi kanningar av patientunum.

Vit veita viðgerð við eini 2012 útgávu av tí framúrskarandi Schwind Amaris, ein av fremstu ljósbroytandi lasarunum við við tvær ferðir styttri skurðviðgerðartíð, 5D sporingartøkni og 1GHz  skjótleikasporing.

Augljós Laser Center bjóðar eisini nýggjastu arbeiðsgongd til tey, ið ynskja at gerast minni bundin at lesibrillum, tann sonevnda PRESBYMAX viðgerðin. Í nógv ár var einasti mátin at bøta um hetta at nýta “eitt eyga terapi” (monovision therapi) við at lata tað ráðandi/dominerandi eygað hava -0,75D at nýta til at lesa við og at rætta hitt eygað til fjarsjón. Hetta gav tó bert avmarkaðan bundinskap at lesibrillum. Við nýggjastu lasaratøkni eru framstig gjørd at gera horhinnuna “multifokuserandi”, og harvið betra um lesiførleikan hjá eyganum uttan at skerja avstandin fyri góðari sjón. Augljós Eye Center er fyrsta lasaraviðgerðarstovan, ið kann bjóða PRESBYMAX, ein “multifokuserandi” viðgerð, sum einamest vendir sær til persónar yvir 45 ár. Sambært nýggjum kanningum av ávirkanini av Presbymax, so visir tað seg, at perónar, ið hava fingið hesa viðgerð eru minni bundin at lesibrillum enn tey, ið hava fingið gomlu “eitt eyga terapi”.

Vit eru errin av at kunna bjóða ljósbroytandi lasaraskurðviðgerð fyri ein sera kappingarføran prís, ein tann lægsti í norðanlondum, enntá tá samanborið verður við krónuvirði/valuta. Umframt at forkanningin er íroknað sjálva ljósbroytandi viðgerðina.

 
Úrslit

Nógv tann stórsti parturin av patientunum nýtist ikki brillur ella kontaktlinsur eftir lasaraeygnaviðgerð. So at siga allir patientar, ið hava fingið lasarasjónviðgerð, síggja betur eftir viðgerðina. Heili 98% av teimum, ið hava fingið viðgerð, hava 20/25 (6/7,5) ella betri sjón uttan brillur og 99% hava 20/40 (6/12) ella betri sjón uttan brillur. Fyri at seta tingini í ein samanhang: ein 20/40 (6/12) sjón er nóg góð til at taka koyrikort við uttan at nýta brillur ella kontaktlinsur.

Um neyðugt, so kann úrslið betrast við at endurtaka viðgerðina. Eingin eykakostnaður er av at fremja eina endurviðgerð. Vit fremja endurviðgerðir á uml. 3-5% av okkara patientum.

Sjálvandi eru hesi úrslit sera hugtakandi. Tað er tó sera umráðandi at gera sær greitt, at tað er ómøguligt at siga við vissu, hvussu júst títt úrslit av viðgerðini verður. Sum í øllum lívsins viðurskiftum kann eingin trygd veitast hvørjum einstøkum patienti fyri úrslitinum av eini eygnaviðgerð framd við lasaratøki, tí viðgerðin ávirkar hvørt einstakt menniskja eitt lítið sindur ymist. Um tú sum patientur metir eina 20/20 (6/6) sjón sum fullfíggjaða/nøktandi uttan nýtslu av brillum eftir lasaraviðgerð, so vilja vit vinarliga ráða tær til ikki at fáa viðgerðina framda.

Dygdin á sjónini eftir lasara ljósbroytandi viðgerð er vanliga nógv betri enn sjónin við brillum ella kontaktlinsum. Patientar kenna oftast nógv minni glámlýsi, enn teir høvdu við kontaktlinsum, og sjálvandi sleppur ein undan tvørleikunum og ampunum av kontaktlinsum. Ørkymlandi “síðusjón” finst ikki, sum tá tú nýtir brillur, og sjálvandi eru skitin, døggvát ella skøvaði gløs ikki longur nakar trupulleiki.

 

Eftir viðgerðina

Eftir LASIK viðgerðina kann kennast ávísur skriði ella ókend kensla í eygunum, t.d at eyguni vætast ella tú tárar meira enn vanligt. Hetta er bert ein trupulleiki í fáar tímar. Um tú kennir teg illa tilpassar, kann tín lækni ráða til, at tú tekur eina veika, pínudoyvandi tablett. Flestu sjúklingar kenna seg væl eftir at hava fingið ein lítlan blund/svøvn við ljósdoyvandi eygnaverju/brillum. Summir LASIK sjúklingar sova møguliga við hesum verndarbrillunum í nakrar nætur. Ansast má eftir ikki at narra/gníggja eyguni beint eftir viðgerðina, tá eyguni lekjast. Ikki er óvanligt, at eyguni kennast turr fleiri dagar eftir viðgerð. Fyri einstakar patientar kann hetta vara longri.

LASIK sjúklingar, ið hava fyri neyðini at sova við verndarbrillum í fýra nætur, verður veittur ókeyis eftirviðgerð.

 

At venda aftur til tað dagliga

Nógvir patientar venda aftur til sín dagliga gerning ein ella tveir dagar eftir viðgerð. Tær nýtist veruliga at fylgja vegleiðingunum niðanfyri. Annars, so leingi tú fylgir ráðum hjá tínum kommunulækna, skuldi einki verið í vegin fyri, at tú tókst upp aftur tín dagliga gerning.

  • Bíða eitt døgn, áðrenn tú fert undir brúsu. Ansa eftir ikki at fáa sjampu ella sápu í eyguni
  • Bíða ein dag ella møguliga eina viku, alt eftir ráðum frá tínum lækna, áðrenn tú koyrir bil
  • Nýt sólbrillur í bjørtum sólskini fyrstu dagarnar
  • Hygg ikki ov nógv í sjónvarp fyrstu dagarnar
  • Nýt ikki eygnasmyrsl (maskaru) í fýra dagar
  • Gníggja ikki eyguni í eina viku
  • Ven ikki ítrótt í eina viku
  • Halt teg frá svimjing, heitum pottum og gosbaði í tvær vikur
  • Halt teg frá urtagarðsarbeiði ug dustkendum arbeiðsumhvørvi í eina viku
  • Halt teg frá ítrótti, har eygnaskaði er ein vandi, í tvær vikur

 

Trygdarmál

Ein av spurningunum, vit fáa: “Er LASIK ein trygg viðgerð?” Svarið er heilt einkult: Ja. Einki í lívinum er 100% trygt. Samanlíknað við nógvar aðrar skurðviðgerðir, ið dagliga verða framdar,  er okkara viðgerð sera trygg.

Flestu trupulleikar eftir skurðviðgerð, so sum turr eygu, trupulleikar í kvøldarljósi, glæmur og skuggar eru burtur eftir fáum vikum ella mánaðum eftir eygnaviðgerð. Um so er, at endurviðgerð er neyðug fyri at rætta eina lítla undir- ella yvirmetta rætting av sjónini, kann hetta vanliga fremjast við at lifta upp sitandi klaffin og síðani endurtaka eina minni lasaraviðgerð.

 Dagin eftir eina væleydnaða skurðviðgerð verður mest týðandi eftirmetingin/-kanningin gjørd. Vit bjóða eftirkanning tvær vikur og seks mánaðir eftir eygnaviðgerðina. í øðrum lagi vilja vit ráða til, at sjúklingur, ið ikki hevur møguleika at møta á okkara viðgerðarstovu, verður eftirhugdur/-kannaður í sínum landi tvær  og seks vikur eftir skurðviðgerð. Í einstøkum førum kunnu vit bjóða smærri silikonfyllingar í  (lacrimal Duct) opini  fyri at minka um tár í eygunum.

Allar eftirkanningar eru íroknaðar eitt ár eftir skurviðgerðina. Silikonfyllingarnar, um tær skuldu verið fyri neyðini, eru tó ikki íroknaðar.

 

Harumframt bjóða vit trý ára trygd/garanti á okkara klinikk. Vit geva tilsøgn um, at tú kanst fáa eina bøtandi lasara ljósbrótandi viðgerð framda uttan meirkostnað.

 

Eftir skurðviðgerðina er tað sera umráðandi, at tú beinanvegin setir teg í samband við okkum, um tú hevur trupulleikar, spurningar ella iva. Tú kanst ringja til okkum á +354 898 3288, okkara viðgerðarstova/klinikk, +354 414 7000, ella við t-posti: johannes@augljos.is

 

Ein test

At enda bjóða vit til eina kanning fyri at tryggja okkum, at tú hevur eina góða fatan av, hvat LASIK viðgerðin kann gera fyri teg, og hvat hon ikki kann gera fyri teg. Tað er sera umráðandi, at tú endar hesa kanning, áðrenn tú undirritar játtan.

Vinarliga set ring, 0, rundanum Satt ella Ósatt eftir tíni áskoðan

Satt         ósatt      LASIK-viðgerðin fremur eina varandi broyting av hornhinnuni
Satt         ósatt      Har er eingin 100% trygd fyri, at eg ongantíð aftur havi brúk fyri brillum
Satt         ósatt      Ein LASIK viðgerð er einasti nýtti  háttur at betra um sjóngløggleikan uttan      nýtslu av linsum ella brillum
Satt         ósatt      Eg kann merkja  sjónórógv so sum vasilinsón(tokuta/mjørkakenda sjón), glæmur og rípur rundanum eina ljóskeldu, sum ofta kunnu halda áfram eftir viðgerð
Satt         ósatt      Eftirkanningar eru sera týdningarmiklar
Satt         ósatt      Møguliga kennir ein seg ikki heilt væl tilpassar einar 4-6 tímar eftir viðgerðina
Satt         ósatt      Eftir  LASIK viðgerðina havi eg ongantíð aftur brúk fyri brillum

 

Samanlíkna tíni svar við røttu svarini niðanfyri. Um tú hevur onkrar spurningar, vinarliga set teg í samband við okkum, og vit vilja greiða alla tína møguligu óvissu.

 

Svar: 1. Satt   2. Satt   3. Ósatt   4. Satt   5. Satt   6. Satt   7. Ósatt*

*Tó, í tí føri, at tú hevur fingið eina Presbymax viðgerð, er hetta satt, um tú lesur eitt bræv í skýming við smáum bókstavum.

 

Eitt lyfti

Á Eyelight Refractive Laser Center geva vit lyfti um, at veita tær alla okkara vitan og sertænastu. Vit vóna, at tú fert at minnast viðgerðina sum tína týdningarmestu og gleðiligastu uppliving nakrantíð. Soleiðis eigur LASIK at vera.

 

Neyðuppkall nr.: +354 898 3288. Um hetta nummarið ikki svarar eftir skrivstovutíð, kanst tú ringja til Landspitali Hospital Clinic Eye Department nr. +354 543 1000

 

Trúgv tínum egnu eygum!