Á Eyelight Eye Center (Augljós) hava vit greið tænastumál. Vit eru bert nøgd við allar bestu úrslit. Vit kýta okkum at geva tær bestu sjónligu úrslitini, og vit meina, at vit hava bestu tøknina, royndirnar, trygdina og tænastuna at náa tínum málum. 

Þjónustumarkmið okkar.

Eylight Eye Clinic bjóðar nýggjastu tøkni innan lasara ljósbroytandi skurviðgerð. Okkara Schwind AMARIS lasari er ein spildurnýggjur “flúgvandi punkts lasari”, ið fremur eina silkibleyta profilering av hornhinnuni, sum hevur við sær eina framúrskarandi klára sjón – uttan sjónarhjálpartól. Skjótleikin hjá flúgvandi punktunum er 500 HZ, sum merkir, at 500 punkt leggjast afturat hvørt sekund. Hetta styttir viðgerðina niður í eina helvt, samanborið við undanfarnu lasararnar. Gjøgnum øll stigini í skurðviðgerðini hevur skurlæknin eftirlit við tjúktini á hornhinnuni við eini serstakari nýtsluskipan í lasaranum.

At nýta nýggjastu tøkniligu amboðini er tó ikki nógmikið undir eini lasaraskurviðgerð. Munurin millum ein yrkisgolfspælara og ein frítíðargolfspælara, har báðir nýta allarbestu útgerð, er eyðsýndur. Vit miða eftir at hava hægsta støðið innan útbúgving og virkisroyndum í okkara ljósbroytandi lasaraviðgerðum.  Jóhannes Kristiansson MD PhD hevur fram fleiri enn 9000 ljósbroytandi lasaraskurðviðgerðir. Hann leyk kandidatprógv í eygnasjúkrafrøði á Duke University Eye Center í North Carolina, USA, sum áhaldandi hevur verið nr. 7 ella 8 í yvirlitinum hjá US News & World Report yvir bestu amerikansku eygnasjúkrahúsini. Hann luttók eisini í starvslæru (fellowship) í lasara ljósbroytandi skurðviðgerð og í hornhinnu- og útvortis eygnasjúkum á Duke Eye Center. Í 2001 flutti hann aftur til Íslands. Hann er enn tann einasti lasara ljósbroytandi skurðlæknin í landinum, sum hevur fullført starvslæru (fellowship) á hægri lærustovni í ljósbroytandi lasaraskurðviðgerð.

 

Eyelight Eye Clinic veitir trý ára trygd fyri lasara ljósbroytandi viðgerð. Hetta merkir, at um tú ikki ert nøgd/ur við úrslitið av viðgerðini, hevur tú rætt til bøtandi lasara ljósbroytandi skurðviðgerð uttan eyka kostnað í upp til trý ár eftir upprunaligu viðgerðina.

Við jøvnum millumbilum eftirkanna vit gjølla úrslitini av okkara skurðviðgerðum fyri at tryggja okkum, at okkara tól eru neyv og røtt.

Høgt tænastustøði er okkara serøki. Vit kenna tað sum ein heiður, at tú vísir okkum álit í sambandi við eygu tíni, og vit gera alt, ið stendur í okkara makt, at tryggja okkum, at tú upplivir best møguligu medisinsku tænastuna á hesum øki.

Okkara trygdarstøði er høgt. Tøknin, ið vit veita á okkara viðgerðarstovu til yvirflatu lasara ljósbroytandi skurðviðgerð, er tann nýggjasta frá viðgitnu týsku fyritøkuni Schwind. Hetta er Schwind AMARIS lasarin við kollveltandi og slóðbroytandi tøkni við sikti at fremja best møguligu sjónligu úrslit fyri okkara sjúklingar