LASIK er ein ljósbrótandi viðgerð, ið rættar nærsýni(myopia), fjarsýni(hyperopia) og skapbrek(bygningsfeil). Viðgerðin minkar um ella beinir burtur tín bundinskap at brillum og kontaktlinsum. Brillur kunnu darva einum, ið førir eitt virkið lív antin í arbeiði, ítrótti ella leiki. Brillur geva ikki altíð bestu sjón til fólk við høgum stigi av nærsýni ella skapbreki. Kontaktlinsur eru eitt alternativ hjá teimum. Tó, hóast kontaktlinsur geva eina nøktandi sjón til nógv fólk so kunnu tær hava  avmarkingar so sum turr eygu og ovurviðkvæmi í eygunum.  Hevur ein borið kontaktlinsur í langa tí, kunnu tær gera skaða á eygnahinnuna bæði orsaka av gníggimótstøðu á yvirflatuvevnaðin og av varandi ilttroti í eygunum.  Umframt tað kunnu linsur føra til smittu á hornhinnuna ella hornhinnusár.

ALL-LASIK  er møguliga tín loysn á hesum trupulleikum, og á Augljós Laser Center  kanna vit nágreiniliga tíni eygu fyri at tryggja okkum, at tú ert væl egnað/-ur til viðgerð. Hetta inniber:

  1. at tú hevur havt eina stabila sjón í  í minsta lagi í eitt ár
  2. at vit kunnu varpa burtur iva um, so sum keratocomus , grønstar ella grástar
  3. at tú hevur  ein hóskandi buga á hornhinnuni, t.v.s. ikki ov høgan ella ov flatan
  4. at tú ikki hevur ov tunna hornhinnu
  5. at tú ikki ert upp á vegin ella hevur givið bróst í fýra seinastu mánaðirnar